Góðkenda

el-innstallation til kappingarførar prísir

Eg kann hjálpa tær við, at leggja til rættis

soleiðis, at tað passar til, tað tú vil hava

Um

Royndur el-innleggjari á Eiði

Eg eri ein royndur el-innleggjari, útbúgvin sum elektrikari í 2006, og víðari útbúgvin, og góðkendur, sum el-innleggjari í 2015, sum arbeiður vanligani á Eiði og í nærumhvørvinum. Við mínum serkunnleika kann eg handfara bæði smáar og stórar el-uppgávur. Bæði við umvæling og viðlíkahaldi, kann tú líta á at arbeiði verður væl úr hondum greitt.

Sum el-innleggjari, sum arbeiðir einsamallur, eri eg persónliga við í øllum mínum uppgávum.  Eg eri altíð til reiðar at leggja orku í at veita eina makaleysa tænastu. Við mínari fjøltáttaðu vitan og royndum, kann eg tryggja at el-arbeiði, tú hevur fyri neyðini, vera útførd uppá tann besta og mest álítandi mátan.

Tænastur

Serkøn el-innleggingar tænasta

Ljós-innleggingar og viðlíkahald

Eg havi hollan kunnleika í ljós-innleggingum og viðlíkahaldi, sum bøtir um dámin og virkisføri í tínum hølum. Lat meg hjálpa tær við at skapa eitt hugnaligt og orkuvinarligt ljósføri, sum passar til tørv.

Neyðstreym-skipanir, innlegging og viðlíkahald

Við mínum royndum innan innlegging og viðlíkahaldi, av hjálpimotor og battarí-skipanum, kann eg vera við til at tryggja at tú altíð hevur streym við hondina, tá tú mest hevur brúk fyri tí. Lat meg vera við til at tryggja at tínar neyðugu skipanir eisini koyra tá streymurin er óstabilur.

Feilfinning og umvæling av elektriskum trupulleikum

Um tú er fyri elektrisum trupulleikum, eri eg klárur at hjálpa við feilfinning og umvæling.

Eg havi serkunnleika til at finna og loysa ein hvønn elektriskan trupulleika, skjótt og munadykt, so tú kann fara aftur til tað, tú var í ferð við.

El-innleggingaruppgávur

Eg havi serkunnleika í el-innleggingar verkætlanum av eini hvørjari stødd. Óansæð um tú hevur brúk fyri hjálp við umvæling, nýbygging ella uppstigan, kann eg veita serkønar loysnir, sum nøkta tíni serstøku krøv.

Hví arbeiða saman við mær

Royndur el-innleggjari


Dugnaligur og álítandi

Eg eri ein royndur el-innleggjari við serkunnleika innan øll sløg av el-innleggingum.

Óansæð um tað ræður um el-innlegging av elektriskum skipanum í húsum ella virkjum, kann tú líta á, at eg veiti eina góða og álítandi tænastu.


Høga góðsku og trygd

Mítt virki, Norðanljós, leggur altíð dent á at veita eina høga góðsku og trygd. Eg tryggi mær at allar el-innleggingar standa mát við viðkomandi trygdarstandardinar og fyriskriftir.

Tín trygd er á hægstu raðfesting, og eg strembi eftir at skapa eitt trygt umhvørvi í tínum heimi ella virki.


Kundatænasta i serklassa

Hjá mær verður kundatænasta verður altíð raðfest. Eg eri altíð til reiðar at svara tínum spurningum, ráðgeva og tryggja títt nøgdsemi. Mín kunnleiki og áhugi í eini hvørjari verkætlan ger meg til tann rætta el-innleggjarin til bæði stórar og lítlar uppgávur

Samband

Umbið eitt tilboð nú!

Bið um eitt tilboð og fá loysnir sum passa til tín tørv. Eg eri klárur at hjálpa við at loysa tínar avbjóðingar.


Mandag - Fredag
08.00 - 16.15
Lørdag - Søndag
Lukket
 
 
 
 
Aktiverer...